top of page
663B9448-A72D-48D4-B411-C60ED8F09E27.jpeg

Gallarí Víngarðurin

Art Gallery Víngarðurin hevur síðan staðið læt upp í 2019 framsýnt, miðlað og selt norðurlendska og serliga føroyska dygdarlist. Á høgum dygdarstigi og við fjølbroyttum serframsýningum og bólkaframsýningum við progressivum og meira hevdbundnari list, vilja vit víðka um sjónarringin hjá okkara gestum. Sjálvt um Víngarðurin liggur hugnaliga fyri í eini lítlari vínbarr, eru ætlanirnar stórar og góðar – vit viðka um framsýningarhølið so at siga við artist talks, bókmentatiltøkum, listsøguligum uppleggum o.ø. og bjóða okkum harumframt til at skraddaraseyma events til størri og minni bólkar, ið t.d. ynskja at fáa eina listarliga og mentanarliga uppliving saman við ella sum byrjanina uppá eina góða vín- og matuppliving. – Kinna Poulsen er kurator, uppleggshaldari o.a. umframt leiðari í Art Gallery Víngarðinum Hon er ein listalig eldsál við mongum royndum, passión og vitan – hon hevur, sum ein ummælari skrivaði um hana, hendurnar djúpt niðri í lokala og altjóða listapallinum frá síni basu í Havn. Umframt at kuratera framsýningar heima og uttanlands, hevur hon virkað sum ummælari síðani 1996, eins og hon hevur skrivað eina ørgrynnu av greinum og bókum um myndlist.


Í Art Gallery VG hava framsýningar verið við verkum hjá Hansinu Iversen, Carl Jóhan Jensen, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Steinprent, Tóroddi Poulsen, Silju Strøm, Fríðu Matras Brekku, Bárði Jákupsson, Torbirni Olsen, Zacharias Heinesen, Hanna Bjartalíð, Onnu Maluni Jógvansdóttir, Frits Johannesen, Anna Seppälä og Jón Sonna Jensen.

bottom of page